SUNRISE á Dansibandsfestivalin í Vági

Tíðindaskriv Tíðindi

Dansibandsfestivalurin í Vági boðar í dag frá, at bólkurin SUNRISE eisini fer at spæla á Dansibandsfestivalinum í 2019.

Frammanundan er greitt, at norsku Gutta fra Scandinavia og Blátt Gras fara at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár.

Bólkurin SUNRISE spælir góðan dansitónleik og gleða vit okkum til at fáa SUNRISE á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági 2019.

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til konsert, syngið við, til brunsj og grillkvøld, til gongutúr í náttúruni, til dansibandsgudstænastu og ikki minst hugna og gestablídni í Vági.

Vikuskiftispass fáast til keyps her

Facebook viðmerkingar