Smyril avlýsti – men sigldi alíkavæl

Klokkan 18.08, 22 minuttir áðrenn ætlaðu fráferðina hjá Smyrli av Krambatanga, sendi SSL út fráboðan um at Smyril ikki silgur meiri í kvøld.

Sum verða man vóru fólk ónøgd um fráboðanina so stutt áðrenn fráferð, men onki annað var at gera, enn at leggja leiðina “heim aftur”. Sjálvandi vóru nógv ferdafólk, sum ikki vóru úr Suðuroynni, sum skuldu norður aftur.

Eina løtu seinni fór eitt rykti at ganga um at Smyril fór at sigla hóast alt. Tey, sum frættu um hetta, leitaðu aftur á Krambatanga. -Og mín sann, tá klokkan bleiv 19.30 loysti Smyril av Krambatanga og setti kós til Havnar.

Ongin fráboðan kom um hetta umvegis SMS-skipanina. Men á heimasíðuni var stutt áðrenn klokkan 19 boðað frá, at Smyril sigldi kl. 19 av Krambatanga og av Havnini kl. 21.15.

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar