12 MW kunnu bjóðast út í Suðuroy beinanvegin

SEV: Ein samlað vindorkuverkætlan á 12 MW í Porkeri kann bjóðast út beinanvegin, men rættast er fyri samlaðu elskipanina, at vindorkan í Suðuroy verður bygd út í tveimum stigum. SEV hevur víst Orku á hendan møguleikan 

SEV harmast um, at Magn hevur tikið seg úr kappingini um vindorkuna í Suðuroynni, eftir at Orka hevur minkað ætlanina við einari helvt til bert fevna um seks MW ístaðin fyri 12 MW.

Í tilgongdini í verkætlanini í Suðuroy hevur áður verið umrøtt at byggja út í tveimum stigum. Síðani hevur verið talan um eitt byggistig, men seinastu útlitini – bæði tøkniliga og búskaparliga – vísa á eitt samlað útboð á 12 MW tó í tveimum byggistigum.

SEV metir, at ein samlað vindorkuverkætlan á 12 MW í Porkeri kann bjóðast út beinanvegin, men at tað er skilabest fyri alla elskipanina, at vindorkan í Suðuroy verður bygd út í tveimum stigum. SEV hevur víst Orku á hendan møguleikan, men orkumyndugleikin hevur avgjørt at minka verkætlanina í Suðuroy við einari helvt í hesum umfarinum, og tað hevur havt við sær, at Magn ikki vil vera við.

Orsøkin til, at SEV vísir á 12 MW í tveimum stigum er, at skipanin, sum skal fáa seinna stigið av vindorku til høldar, verður neyvan tøk fyrr enn í 2023. Hetta er tó eingin forðing fyri at bjóða eina samlaða verkætlan á 12 MW út beinanvegin.

SEV hevur ikki slept ætlanini um eina pumpuskipan í Suðuroy, men broyttar fortreytir gera tað neyðugt at kanna nærri, hvørt Suðuroyggin skal gerast ein samrunnin partur av elnetinum í meginøkinum innan fá ár. Sandoyartunnilin letur møguleikan upp at knýta Suðuroynna í meginøkið við kaðli umvegis Sandoynna. Tí er tað ein spurningur, um ein kaðal til Suðuroyar, ein pumpuskipan í Suðuroy ella bæði kaðal og pumpuskipan verða loysnir, sum skulu takast í brúk fyri at gagna samlaðu elskipanini best. Hesi viðurskifti verða kannað í løtuni, og ætlandi fæst ein heildarmynd av støðuni um tveir mánaðir.

Eisini er hetta ein spurningur um at byggja út, soleiðis at útbyggingarnar verða skilagóðar og í samsvari við menningina av allari føroysku elskipanini, har pumpuskipanin, sum SEV hevur søkt um í Vestmanna, er éin broytt fortreyt. Harumframt eru aðrar broyttar fortreytir eitt nú stórar, nýggjar, vinnuligar verkætlanir í Suðuroynni og Sandoynni, sum hava við sær, at neyðugt er at umhugsa, hvussu hesi øki verða skipað á skilabestan hátt í samlaðu elskipanini. Samanumtikið hevur SEV tískil víst á útbygging av vindorkuni í Suðuroy í tveimum byggistigum, men við einari samlaðari útbjóðing.

SEV er av teirri áskoðan, at sama hvør loysn verður vald fyri Suðuroynna, so verður heilt víst brúk fyri 12 MW vindorku í Suðuroy, sum tískil kunnu bjóðast út beinanvegin. Men tað er ein støða, sum orkumyndugleikin skal taka.

Facebook viðmerkingar