Framsýning frá viku við Føroyingasøgu

Hesa vikuna hava næmingar í 2. og 3. flokki í Vágs skúla havt verkætlanar viku, har evnið hevur verið føroyingasøga.

Næmingarnir hava hesa vikuna kvøði Sigmundskvæði yngra, umframt at tey hava gjørt myndir, sungi og eisini tilevna pappmache.

Lærararnir siga at børnini hava luttikið sera virkið og at tey hava fingið rættuliga nógv burturúr, og eisini lært hópin at nýggjum tingum, ið tey kanska við vanligari frálæru ikki høvdu lært.

Nú vóna so næmingar og lærarar, at foreldur, ommur, abbar og bygdafólk annars, leggja leiðina í Vágs skúla, har tey kunnu síggja alt tey hava gjørt, og eisini hoyra tey kvøða og syngja.

Framsýningina í Vágs skúla, verður fríggjadagin kl. 12.30 til 13.45, men har børnini luttaka og framføra fyrsta hálva tíma.

Vágs skúli, lærarar og næmingar vóna at fleiri leggja sær leiðina í skúlan, at uppliva børnini og teirra framførðslur og framsýningar, og tað er ókeypis, men ein kaffimuður verður at fáa.

Facebook viðmerkingar