Vágs kirkja og Ljómur 80 ár.

Kunngerðir Tekstlýsingar Tíðindaskriv Tíðindi

Konsert í Vágs kirkju Grækarismessudag – hin 12. mars kl. 19 við heimsgitna blokkfloytuleikaranum Michalu Petri  og gittarleikaranum Ólavi Jakobsen

  • tveir úrmælingar á hvør sínum ljóðføri
  • tvey listafólk við alski til kirkjuna

Hesi bæði – Michala og Ólavur – hava fyri stuttum í serligan mun verið frammi í tónleikaheiminum:

Hin 14. februar var fjølbroytt konsert í Musikkens Hus í Aalborg í sambandi við, at Michala Petri varð kosin  ‘P2 – kunstner 2019’; og okkara Ólavur var vertur fyri klassisku tónleikakappingini  Stella Polaris, sum fór fram í Norðurlandahúsinum í februar. Aftur hesa ferð skaraði ein av fyrrv. næmingum Ólavs, Hjalti Bogason Steulen, framúr í kappingini. Hann fekk 3. virðisløn. Hjalti er sonur útvarpsmannin Boga Godtfred og hevur sostatt røtur í Vági.

Gittarfingrarnar hevur Ólavur frá kendu listafólkunum ‘av Kamarinum’ í Havn. Haðani koma pápi hansara Eyðbjørn, farbrøðurnir og fasturin Nicolina, sum seinast í 50’unum stovnaðu tónleikabólkin ‘Tey á Kamarinum‘. Røddin hjá Nicolinu í sanginum ‘Nú kvøldið kemur’ manar fram tannáringakenslurnar í mær. Nicolina gjørdi bæði orðini og lagið til sangin, og í ár eru 60 ár liðin, síðan hendan upptøka varð gjørd í stovuni hjá Niels í Stórustovu í Havn.

Í vetur sat Ólavur – bróðirsonur Nicolinu – í dansistovuni ‘í Skorti’ í Sumba, meðan upptøka varð gjørd har av hansara leikandi lætta gittarspæli. – Í skrivandi løtu nærkast føstulávint, og í tí sambandi havi eg hug at nevna, at Ólavur okkurt av teimum tiltiknu føstulávintskvøldunum undir tunnusláttrinum í sumbiartúni hevur lagt gittarin frá sær, er við gassanum í hond farin upp í ringin og hevur fingið jansaguttablóðið í kók! Mamma Ólavs var ættað úr Fámjin – heimbygdini hjá sterku Jansaguttunum. Verforeldur Ólavs búgva annars í Sumba, so fryntligi tónleikarin vitjar tíðum har í bygdini.

Undir heiðurskonsertini fyri Michalu Petri hin 14. februar lýsti verturin Stine Rosengren blokkfloytuúrmælingin m.a. við hesum orðum: “I et halvt århundrede har Petri udforsket blokfløjtens natur, og med utrættelig energi har hun stillet sig i spidsen for en udvikling af instrumentets repertoire  . . . “.

Tá Petri aftan á heiðurshandanina varð spurd, hvønn týdning virðislønin hevði fyri hana, svaraði hon: “ Det giver mig mulighed for at fortsætte det arbejde jeg har gjort  – ikke bare med at spille blokfløjte og skabe nye værker, men også mere og mere at være klar over og opmærksom på, hvad klassisk musik kan gøre for mennesker, for samvær og enhed”. – Tá hon er á palli, hevur samskiftið, hon og tónleikurin hava við áhoyraran, størsta týdningin.

Í okt. í fjør vóru tað annars liðin 50 ár síðan, Michala Petri  10 ára gomul hevði sína fyrstu solokonsert saman við orkestri, men  longu 5 ára gomul spældi hon á fyrsta sinni til konsert. Hetta var eisini í Ålborg, og ta ferðina var tað saman við mammuni Hanna Petri við klaverið. Konsertrøðin, sum Petri síðani tá hevur hildið kring allan knøttin – Føroyar íroknaðar – er vorðin til umleið 5.000 í tali! Umframt hetta hevur ótroyttiligi tónleikaúrmælingurin gjørt umleið 70 fløguinnspælingar; nógvar av teimum eru innspælingar saman við gittarleikaranum Lars Hannibal.   

Í samrøðuni, sum Kr. Dagblad gjørdi við Petri 30. juni í fjør, sigur hon: “Jeg synes det er fantastisk at spille i en kirke; ikke kun fordi rummene er smukke og akustikken god, men også fordi folk åbner sindet, når de kommer i en kirke, og sådan får man også meget stemning forærende”. Samrøðan var í sambandi við tey 50 árini, sum liðin eru síðan hon hevði sína fyrstu konsert í konsertsalinum í Tivoli. I somu samrøðu endurgevur hon Sunleif Ramussen, ið sigur: “Kirker er de bygninger, hvor man kommer tættest på naturen”, og skoytir uppí: “I en kirke kommer man i forbindelse med Skabelsen”.   

Hendan dagin skrivaði Ólavur m.a. hesi orð um sínar forfedrar á fb: “Ættarfólkið hevði leitað sær víða; sjónarringurin var víður.” Og tey hava, sum føringar flestir, eisini havt alsk til kirkjuna. Langabbi Ólavs, arktitekturin Magnus av Kamarinum, teknaði m.a. kirkjuna í Sandavági. Og fara vit tvey ættarlið longur aftur í tíðina, fór ein annar skyldmaður Ólavs, Magnus Jacobsen, (1804 – 57) til Keypmannahavnar á ungum árum at læra m.a. orgulspæl og gjørdist fyrsti orgulleikarin í Havnar kirkju. 

Veri vælkomin til konsert í 80 ára gomlu kirkju okkara – kirkjan við tí tiltikna góða akustikkinum. Konsertin varir í umleið ein tíma og atgongdin er ókeypis.

Aftaná konsertina bjóðar kirkjuráðið til drekkamunn í kirkjuni.

jóannes nolsøe

Facebook viðmerkingar