Magni og Jákup vunnu 7. umfar í sjavs

7. umfar í sjavs varð spælt tórskvøldið 28. februar og vunnu Magni Augustinussen og Jákup Lisberg hetta umfarið.

Úrslitið av umfarinum var:

Nr. 1. Magni Augustinussen og Jákup Lisberg, 4 stig hvør
Nr. 2. Ruth Lisberg og Guðrið Larsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Jákup Olsen og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgir Skorðastein og Ingibjørg Roaldsdóttir, 1 stig hvør.

Støðan í oddinum í sjavskappingini er tann, at Sámal Pauli Johannesen hevur 11 stig, tað hevur John Jacobsen eisini, meðan Jákup Lisberg hevur 10 stig.

Facebook viðmerkingar