Stefan á U21 landsliðið

Ítróttur Tíðindi

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava boðsent 26 spælarum til venjingarlegu við U21-landsliðnum í døgunum 22. til 24. mars. Teirra millum er ein spælari úr donsku Superliguni

Føroyska U21-landsliðið skal spæla fimm EM-undankappingardystir í hesum árinum. Lagt verður fyri í juni, tá Kasakstan kemur á vitjan í Føroyum. Í september eru útivallardystir móti Montenegro og Makdónia á skránni. 15. oktober spælir føroyska liðið í Ísrael, og í november spæla Føroyar á heimavølli móti Makedónia.

Sætta landið í bólkinum er Spania. Báðir dystirnir móti spaniólum verða spældir í 2020.

Eli Hentze og Hegga Samuelsen standa á odda fyri U21-landsliðnum, og sum fyrireiking til komandi uppgávur, hava venjararnir boðsent 26 spælarum til venjingarlegu, sum verður í døgunum 22. til 24. mars.

Av teimum 26, eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum feløgum. Og av teimum er ein, sum í hesum kappingarárinum hevur spælt fýra dystir í Superliguni, og skorað eitt mál. Talan er um Mads B. Mikkelsen úr Vendsyssel FF.

Hópurin sær soleiðis út

Mathias Lamhauge, HB

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (DEN)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Pætur Hentze, NSÍ

Ragnar Samuelsen, B36

Andri Benjaminsen, NSÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Petur Knudsen, NSÍ

Bjarki Nielsen, AB

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DEN)

Gilli Samuelsen, B36

Adrian Justinussen, HB

Andreas Egeberg Jacobsen, Skála

Stefan Løkin, EB/Streymur

Jóhan Petersen, ÍF

Facebook viðmerkingar