Fyrilestur um hvalagreinsking í Miðlatúni týsdagin

Tekstlýsingar Tíðindaskriv Tíðindi

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Miðlatúni í Vági týsdagin 12. mars kl. 17.45

Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða heldur ikki lagdir út alment aftaná. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis er hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum á Vágs býarbókasavnið í Miðlatúni í Vági og í Løkshøll í Runavík.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Ny teknik afslører hvalernes skjulte liv
Fyrilesturhaldari: Professor i sansefysiologi Peter Teglberg Madsen, Institut for Bioscience – Zoofysiologi, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Tag med verdens mindste hval, marsvinet, på jagt i danske farvande og prøv at forstå hvordan en kaskelothval holder vejret i to timer. Og hør hvordan hvalerne, hvis forfædre var landdyr tæt beslægtet med nutidens grise, har tilpasset sig livet i vand.

Facebook viðmerkingar