Missiónshúsið í Hvalba

Frá 13. til 17. mars verður árliga missiónsvikan í Hvalba.

Mikukvøldið kl. 20.00 verður tað Pól Johannesen trúboðari úr Klaksvík, sum kemur at tala.

Hóskvøldið kl. 20.00 talar Jónsvein Bech prestur, og Mansbólkurin við manning úr Hvalba og av Tvøroyri syngur.

Fríggjakvøldið kl. 20.00 luttekur Orðið á borðið við talu við sangi.

Leygarkvøldið kl. 20.00 luttaka Signar á Reynatrøð og onnur úr Leirvík, og Sumbiarkórið syngur.

Sunnukvøldið kl. 18.00 talar Katrin Groth Mortensen, og Streingjakórið í Porkeri syngur.

Mynd Eyðfinn Debess.

Facebook viðmerkingar