Bakkafrost við Healthy Living Sustainability Report

Tíðindaskriv Tíðindi

Vit eru fegin um, at vit í dag kunnu útgeva okkara næstu Healthy Living Sustainability Report fyri 2018, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Fyri fyrstu ferð er frágreiðingin gjørd eftir Best-practice leistinum hjá international Global Reporting Initiative Standards. Ein uppdatering er gjørd yvir hetta eina árið, sum er farið síðan vit fóru í gongd við okkara ætlan um burðardygd – Sunt lív.

Til ber at lesa um:

  • At ferð er sett á at fáa góðkenningar til alistøðirnar, so tær liva upp til krøvini fyri ASC góðkenningum
  • At stig eru tikin til at minka um umhvørvisligu ávirkanina á firðirnar við eitt nú at brúka myndatól til eftirlit av fóðringini, at eingin koparimpregnering er í nótunum longur og at eingi kemisk evnir verða brúkt til avlúsingina
  • At stig eru tikin til at hugsa burðardygt gjøgnum alla virðisketuna við at liva upp til tey 10 prinsippini í UN Global Compact

Vit eru samstundis fegin um, at vit saman við útgávuni av frágreiðing kunnu kunngera, at vit fara upp í Ocean Disclosure Project, sum er ein altjóða pallur fyri at menna gjøgnumskygni í veitingini av innihaldinum í fóðurframleiðsluni.

Frágreiðingin verður eisini útgivin á føroyskum á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum er tann 5. Apríl 2019.

Vit vóna at frágreiðingin verður væl móttikin og vilja fegin hava afturmeldingar.

Facebook viðmerkingar