Suðuroyar Sunnara bjargingarfelag 40 ár

1. okt. 1978 varð fundur hildin á kommunuskrivstovuni í Vági við tí endamáli at seta á stovn eitt bjargingarfelag.

Møttir vóru Bunyan Midjord, Jaspur Midjord, John Bertholdsen, Kristin Mortensen, Jákup Pauli Nielsen, Bjarni Vestergaard, Brynjálvur Kristiansen, Brynjálvur Dahl og Niels Petur Nolsøe.

Uppskot um lóg fyri Suðuroyar Sunnara bjargingarfelag varð síðan orðað á seinni fundum, og varð hetta uppskot lagt fyri stovnandi aðalfund tann 14. mars 1979.

Bunyan Midjord setti fundin, har lógaruppskotið varð kunnað teimum, ið møttir vóru saman við umboðum úr grannabygdunum, Sumba, Hovi og Porkeri.

Uppskotið varð samtykt og fyrsta nevnd felagsins vald.
Nevndin skipaði seg við Kára Hammer sum formanni,
Terja Vestergaard, næstformanni,
Brynjálvi Kristiansen, kassameistara og
Kaj Ljósstein og Jens Berg sum nevandarlimum.

Felagið hevur útvegað bilar og amboð og veitt manga hjálpandi hond á sjógvi og landi øll hesi ár, síðani felagið varð stovnað, og hava allir limir felagsins altíð staðið búnir og tøkir, tá á hevur staðið.

Felagið hevur umboð í Landsfelag Bjargingarfelag og hevur gott samstarv við Suðuroyar norðra bjargingarfelag, sum báðir partar eru sera fegnir um.

Eftirmetingarfundir eru regluliga hildnir, so at felagið altíð stendur so væl búgvið sum gjørligt er, tá óhapp taka seg upp.

Støðugt verður fylgt við, at útgerðin er so góð sum gjørlig, og eru regluligir fundir hildnir hesum viðvíkjandi.

Felagið er takksamt fyri tann stuðul, felagnum er vístur og ásannar, at stórur tørvur hevur verið á hesum felag. Vónandi fara fólk eisini framyvir sjálvboðin at taka lut í hesum arbeiði.

Í nevndini í dag sita:
Niels Petur Midjord, formaður, Vági,
Jákup Petur Joensen, næstformaður, Hovi,
Hanna Nielsen, peningarøkil, Vági,
Sølvi Andreasen og Gunleif Poulsen, skrivarar,
Eyðun Jacobsen, Vági,
Búgvi Joensen, Vági
Meinhard E. Vestureið, Vági,
Marlon Kjærbo, Sumba,
Johnleif Bech, Porkeri,
Varalimir:
Jónsvein Poulsen, Vági,
Signar Holm, Vági.
Umboð í LFB:
Meinhard E. Vestureið, Vági,
Andre Joensen, Vági.

Felagið húsast í dag saman við sløkkiliðnum vesturi á Eiðinum.

Eg vil fegin ynskja felagnum hjartaliga tillukku við hesum 40 árunum.

Niels Petur Midjord

Facebook viðmerkingar