Nýggi Markus trollemmar úr Vági

Nú um dagarnir kom nýggi grønlendsku trolarin Markus á Havnina og á Fuglafjørð eftir útgerð – eisini eftir trollemmum frá Rock Trawldoors í Vági.

Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors greiðir frá, at Rock Trawldoors hesa vikuna hevur leverað nógv tons úr smiðjuni á Oyrunum. Eitt sett av 14,5 m2 Sea-hunter trollemmum og tveir rulluklumpar til Markus, og nógvar skógvar og slitskógvar. Markus hevur eisini fingið eitt annað sett av trollemmum og aðra rulluvekt sent til Vigo til royndartúrin.

Umframt trollemmar til Markus, so hava vit eisini sent eitt sett av 13,5 m2 Sea-Hunter trollemmar til Arctic Viking og eisini eitt sett av 13,75 m2 Sea-Lion trollemum til Ocean Prawns í Kanada. Tilsamans umleið 62 tons av lidnari vøru hesa vikuna, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors.

Facebook viðmerkingar