Majken vil eisini hava biograf

Birkblog: Í Vági vil Majken Súsanna Gaard eisini hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs.

– Mær hevur altíð dámt væl at ganga í biograf og eg haldi, at tað er sera harmiligt, at ongin biografur er í Suðuroy. Sjálvandi ber til at fara norður um fjørð í biograf, men sýningarnar passa ofta illa við ferðaætlanina hjá Smyrli, so suðringar mugu liggja nátt norðanfyri og leggja arbeiðið niður fyri at sleppa í biograf, sigur Majken, sum ætlar at gera nakað við støðuna.

– Í næstum fara vit at hava ein kunnandi fund um møguleikarnir at síggja filmar í biografi ella líknandi. Vit hava fleiri egnaði høli her suðuri og eg haldi, at fólk hava áhuga í at síggja góðar filmar í felag. Vit fara í øllum førðum at kanna møguleikarnir við loyvum og tílíkum og vita, um áhugi er fyri at stovna eitt filmsfelag her suðuri sigur Majken Súsanna Gaard í Vági.

Les meiri her

Facebook viðmerkingar