Høgni Hoydal hevur gjørt tað ógjørliga!

Seinastu 4 árini í føroyskum politikki hava verið merkt av stórum rembingum. Rembingarnar hava serliga verið orsaka av at nýskipanir, sum ætlanir hava verið um í áratíggju, nú endiliga eru komnar á skrá og hartil eru gjøgnumførdar.

Fiskivinnunýskipanin er uttan samanbering tann nýskipan, sum hevur fingið mest umrøðu.

Við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum, er framt eitt megnarbragd við Fiskivinnunýskipanini. Og lat okkum ikki gloyma, at allir flokkar á Løgtingi (at kalla samt Løgting) ynskti í 2007, at Føroyafólk skuldi hava ein nýggja fiskivinnuskipan í 2018.

Uttan at peika eftir nøkrum, kann bara staðfestast, at sitandi samgongur í árunum frá 2008 til 2015 hava frávalt at seta hetta stóra málið á skrá. -Ein orsøk er helst, at øll vistu, at hendan byrðan var ómetaliga tung, fyri ikki at siga ógjørlig, at lyfta. Hetta helt tó ikki Høgna Hoydal aftur, tá hann gjørdist landsstýrismaður í Fiskivinnumálum í september 2015.

Hesi árini síðan september 2015 eru ódnartøk tikin av Høgna Hoydal, sum ótroyttiligur og miðvíst hevur arbeitt við Fiskivinnunýskipanini og hevur borið hana á mál.

Við Fiskivinnunýskipanin hevur Føroyafólk fingið eina skipan, sum staðfestur:
• At fiskitilfeingið kring oyggjarnar er ogn hjá okkum øllum, hjá øllum Føroyafólki
• At hetta fiskitilfeingið eftir skipaðum leisti, kann latast til føroysk reiðarí at fiska.
• Afturfyri hendan framíhjárætt (sum vit øll jú ikki kunnu fáa) betala hesi reiðarí eitt gjald til okkara felags kassa, landskassan.
• At fleiri aktørar eftir greitt skipaðum leisti skulu sleppa framat okkara felags fiskiríkidømi. Landingarvirði á makreli, sild, svartkjafti, og lodnu er hækkað við meiri enn 1 milliard krónum seinastu 10 árini, so sjálvandi er tað rúm fyri fleiri aktørum.
• At alt okkara fiskitilfeingið skal skipast á burðardyggan hátt, soleiðis at sum mest fæst burturúr nú, samstundis sum komandi ættarlið eisini fáa møguleikan at gagnnýta fiskiríkidømi kring Føroyar.
• Og at so stór virðisøking, sum yvirhøvur gjørligt, skal fremjast av teimum sum gagnnýta okkara felags ríkidømið.

Síðani Høgni Hoydal tók við sum landsstýrismaður hevur hann aftur og aftur verið fyri grovari útspilling, einamest tí hann hevur havt dirvi, áræði og ikki minst orkuna til at fara undir eina Fiskivinnunýskipan.

Fiskivinnunýskipanin ein skipan fyri okkum øll
Útspillingin tykist til tíðir eitt sindur markháttlig, tí flest øll okkara kenna okkum aftur í teimum tættunum, sum Fiskivinnunýskipanin fevnir um.

Fiskivinnunýskipanin er jú ein skipan fyri okkum øll, ikki bara fyri t.d. landsstýrisfólk, løgtingslimir, reiðarí, fiskimenn, ella einstøk økir í landinum – nei, Fiskivinnunýskipanin er ein skipan fyri okkum øll, sum búgva í hesum landinum.

Vit øll taka uttan iva eisini undir við, at fiskitilfeingið kring okkara vøkru oyggjar, er ogn hjá okkum øllum – eins og staðfest verður í Fiskivinnunýskipanini – og ikki ogn hjá einstakum persónum, einstøkum reiðaríum ella feløgum.

Flestøll taka helst eisini undir við, at hetta felags ríkidømi okkara, skal latast føroyskum reiðaríum at fiska, eftir skipaðum leisti – eins og Fiskivinnunýskipanin ásetir – soleiðis at tað slepst undan tilvildarligheitum og óreglusemi, og at øll t.d.hvør í sínum lagi keypa sær skip og fara at fiska.

Eg giti eisini, at tá vit, Føroyafólk, lata nøkrum føroyskum reiðaríum framíhjárætt at fiska okkara felags tilfeingi, so halda tey flestu (eisini reiðaríini sjálvi) tað verða í lagi, at hesi reiðarí betala eitt gjald til okkara felags kassa fyri at fáa framíhjárætt at gagnnýta okkara felags ríkidømi – eins og Fiskivinnunýskipanin sigur.

Sjálvandi skal hetta gjald verða so rímiligt, at reiðaríini eisini forvinna væl av pengum, hóast eitt gjald fyri í kassan hjá Føroyafólki – og tølini tala fyri seg, bæði reiðarí, manningar og okkara felags landskassin hava fingið lut í stóru økingini í landingarvirðunum.

Við einari øgiligari øking í nøgdini av pelagiskum fiski og samsvarandi øking í landingarvirðinum á omanfyri 1 milliard krónur, so kunnu vit øll verða meiri og minni samd um, at tað er eigur at verða rúm fyri at fleiri aktørar sleppa framat at fiska hetta heilt ómetaliga stóra fiskiríkidømi, sum vit øll jú eiga.

Føroyska samfelagið er jú nettupp grundað á, at vit royna at býta virðini í samfelagnum javnt. Og við einari øking í pelagiska tilfeinginum, sum hevur ført við sær at landingarvirði er farið frá umleið 600 milliónum kr. í 2008 til omanfyri 1.700 milliónir kr. í 2018, so er tað sjálvandi rúm fyri at fleiri aktørar sleppa framat.

Í Føroyum hava vit eisini sum siðvenju at stuðla og stiga hvørjum øðrum tá tørvur er á tí, og við hesum stóra fiskiríkidøminum hevur landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum eisini sett á skrá menningarkvotur, sum eru ætlaðar veikaru økjunum í landinum. Hetta er neyvt í tráð við okkara felags anda, har vit hjálpa teimum í treingja – og flest øll stuðla uttan iva, at økir kring landið, sum hava tað svárt, fáa eina hjálpandi hond.

Vit øll kenna okkum eisini aftur í, at skipanin av føroysku fiskivinnuni má verða á burðardyggum grundarlagi – eins og Fiskivinnunýskipanin staðfestir. Samfelag okkara er neyvt tengt at tilfeinginum í havinum kring okkum – og tað mugu verða tey fæstu, sum ynskja tráðroynd og ovurfisking av tilfeinginum við álvarligum avleiðingum fyri framtíðina.

Ikki minst, so kunnu flestu okkara nikka til, at fiskiríkidømi kring Føroyar skal virðsiøkjast so nógv sum yvirhøvur tilber.

Útspilling í 4 ár, hví?
Hóast flest øll kring landið kenna seg aftur í grundarsteinum í Fiskivinnunýskipanini, so hava hesi seinastu 4 árini verið merkt av einari miðvísari útspilling av Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum.

At ein spildurnýggj, stór og víttfevnandi fiskivinnuskipan hevur lýtir, sum skulu tillagast, yvirraskar neyvan nakran – fyri var løgið! At lógarverkið kann tykjast tekniskt tungt og krevjandi eigur heldur ikki at koma sum eitt yvirraskilsi, tí slíkar skipanir eru tungar lógartekniskt, onki nýtt er í tí.

Men hóast afturvendandi útspilling, sum onkursvegna tykist verða eitt neyðarróp í frustratiónini, so hevur Høgni Hoydal framt eitt politiskt bragd. Eitt bragd, sum ongin helt verða gjørligt. Eitt politiskt bragd, sum helst telist millum tey stóru í nýggjari føroyskari politiskari søgu.

Tí við Høgna Hoydal á odda hava vit, Føroyafólk, fingið eina Fiskivinnunýskipan, har flestu okkara kenna okkum aftur í grundarsteinunum – og ikki minst eru grundarsteinarnir í Fiskivinnunýskipanini týðandi liður í at leggja lunnar undir okkara felags framtíð sum sjálvstøðug tjóð.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar