Umsóknarfreistin til Fótbóltsakademi Føroya er 1. Juni 2019

Sum kunnugt ber til hjá ungdómum úr øllum landinum at søkja á Fótbóltsakademi Føroya og byrja á Fótbóltsakademi’num í august 2019.

Í samstarvi við vertsfamiljur í Vági bjóðar Fótbóltsakademiið eisini bústað undir tryggum korum hjá vertsfamilju í Vági.

Næmingar, sum koma á Fótbóltsakademi Føroya, kunnu fara í 10. flokk í Vágs Skúla ella ganga á miðnámsskúla á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Umsóknarfreist 1. Juni 2019.
Umsóknarfreistin til Fótbóltsakademi Føroya er 1. juni 2019 (ella so leingi pláss eru tøk).

Umsóknir skulu sendast til Jón Paula Olsen, venjara, á teldupost-adressu: jpo@olivant.fo

Umsóknin eigur at fevna um hesi viðurskifti:

• Navn og aldur á umsøkjaranum.
• Navn á foreldrum
• Bústaður
• Stutt frágreiðing um fótbóltsbakgrund
• Greið frá hví tú ynskir at koma á Fótbóltsakademi Føroya
• Ynskir tú bústað hjá vertsfamilju?
• Ætlar tú at ganga í 10. flokk ella á miðnámsskúla?
• Eru onnur viðurskifti av týdningi fyri okkum at vita?

Legg til merkis, at tað fyri skúlaárið 2019/2020 kostar 500 kr. um mánaðin at ganga á Fótbóltsakademi Føroya. Kostnaðurin fyri at búgva hjá vertsfamilju er 3.000 kr. um mánaðin.

Eru spurningar ella ivamál, so ber altíð til at seta seg í samband við Jón Paula Olsen á teldupost-adressu jpo@olivant.fo ella á tlf. 277927.

Fótbóltsakademi Føroya

Facebook viðmerkingar