Í Føroyum eru fyrstu 12 útbúnir TRE-veitarar. Men hvat er tað?

Vit hava ein bólk á facebook sum eitur “TRE-Føroyar” at kunna um TRE (Trauma Release Exercises). Hetta eru likamligar venjingar, sum kunnu loysa upp djúptliggjandi kropsligar og kensluligar spenningar, sum er avleiðing av sálarligum løstum og langtíðar strongd. 

Overvan á nervalagið kann t.d. vísa seg sum: 
Angist, strongd, órógv, niðursett hugsavnan og ringt svøvnlag. Heilsuligar avleiðingar av hesum kunnu verða hjartatrupulleikar, høgt blóðtrýst, minnið kann svíkja, høvuðpína, pína í nakka, herðum og ryggi, búkpína, viknað immunverja v.m.

Blokeringar í nervalagnum kunnu vísa seg sum:
Dissociatión (frávera), niðursett innlæring og ringt minni, tunglindi, isolatión og manglandi orka í gerandisdegnum. Heilsuligar avleiðingar kunnu verða kronisk møði, fibromyalgi, ólag í sodningarlagnum, kensluloysi v.m.

Við at gera TRE venjingar, aktiverast íborni eginleikin at sjálvregulera nervalagið gjøgnum ristingar (neurogen tremor). Hetta skapar ró, javnvág og leking í nervalagið. 

Í Føroyum eru í dag 12 TRE-veitarar sum virka um alt landi.

Á myndini eru vit saman við undirvísarunum Colette Markus (aftast til vinstru) og Ole Ry (aftast til høgru). Hini er frá aftast til vinstru:
Ida Lón, Sigbritt Við Neyst, Turid Madsen, Ranva Knudsen, Sigrun Heldarskarð.
Fremst frá vinstru: Jastrid McGavin Haldansen, Margret Mortensen, Hilda Viderø, Helena J K Magnussen, Estrid Nielsen, Leila Hentze Hansen, Sára Svartá 

Facebook viðmerkingar