Nýggja spæliplássið á Tvøroyri tikið í nýtslu leygardagin

Stásiliga spæliplássið, ið Tvøroyrar Kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú vorðið veruleiki og klárt er at taka tað í nýtslu.

Tað er Sp/f Hjálpirót, ið hevur staðið fyri at seta spæliplássið upp og leggja gummiundirlagið á. Á spæliplássinum er ein ørgrynna av stuttligum tingum at royna hjá børnunum og eingin ivi er um, at plássið fer at verða væl vitjað. Longu meðan spæliplássið stóð í gerð, flokkaðist ungdómurin um tað, ið var komið upp.

Tískil vóru arbeiðsfólkini noydd at seta hegn upp kring spæliplássið, tí trygdin mátti sjálvandi vera í lagið.

Í morgin, leygardagin 6. apríl kl. 15:00, verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur nøkur orð og so sleppa børnini annars at royna spæliplássið. Børnini fáa eisini pizza og okkurt drekkandi afturvið. Ætlanin var upprunaliga at hava tiltakið kl. 11:00, men tað er so broytt til kl. 15:00. Hetta tí at Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, verður 80 ár í morgin og ítróttarfeløgini FSR, Tvøroyrar Fimleikarfelag og TBF hátíðarhalda dagin við “opnum” húsi í Ítróttarhøllini í Trongisvági frá kl. 10-14. Soleiðis náa fólk bæði tiltøk.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um at spæliplássið nú er liðugt og at miðbýurin hevur fingið eitt stórt, uttandurða aktiv fyri okkara børn og ungdóm.

Facebook viðmerkingar