3 túrar til Scrabster um vikuna

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, greiddi á Flokstinginum hjá Tjóðveldi frá ætlan um at fáa avloysaraskip til SSL, sum eisini skal sigla millum Suðuroynna og Scrabster.

Verður hugt eftir Evropa-kortinum, so má ein undrast um, hví sjóferðslan ikki eisini fer um Skotland, vísti Hilmar Eliasen á. Sjóvegis teinurin til Hirtshals er 2½ ferðir so langur, sum teinurin til Scrabster. -Harumframt skal øll fraktin víðari niður á Evropeiska meginlandið, og við at sigla til Scrabster, so tekur tað 15 tímar at blíva bundin í Evropeiska vegakervið, segði Hilmar Eliasen.

Stóra Bretland er sum er ein stórur marknaður fyri føroyskar fiskavørur. Harumframt eru sera góðir loftvegis flutningsmøguleikar úr Bretlandi, møguleikar sum føroyskar fyritøkur longu brúka í dag, greiddi Strandferðslustjórin frá.

Ætlanin um Skotlandssigling, sum SSL hevur arbeitt við, fevnir um 3 túrar um vikuna úr Suðuroynni (av Krambatanga ella Vági) og til Scrabster. Ferðin tekur 15 tímar.

Les eisini:

Facebook viðmerkingar