Á vónaveingjum – eitt páskaoratorium

Tíðindaskriv Tíðindi

Pálmasunnudag, 14. apríl kl. 17,  fara sangarar úr Kirkjukórinum Ljómi og úr kórinum í Langenæs kirkjuni í Aarhus at framføra eitt vakurt páskaoratorium.

Tey bæði, skaldið og presturin, Lisbeth Smedegaard Andersen og organisturin og tónaskaldið, Erling Lindgren, hava í felag skrivað nýggja páskaoratoriið:

På vinger af håb – oratorium over Jesu ord på korset.

Hetta er aðru ferð, at kórini bæði framføra hetta verkið.

Dorte Tilma, organistur í Langenæs kirkjuni, stendur fyri kórleiðsluni. Hon er ikki ókend í Føroyum. Hon hevur stjórnað Ljómi, nú kórið í seinastuni ikki hevur havvt nakran fastan kórleiðara.

Tað er ikki hvønn dag, at sovorðið kórverk verður framført á okkara leiðum. Verkið er skrivað fyri tríggjar solorøddir, kór, floytu og orgul. Tónleikurin er latin í ein vakran, norðurlendskan, fólksligan og sangbaran búna.

Tí eru tríggir av satsunum felagssálmar, har kirkjufólkið syngur við.

”Lovsang”, ”Innreið í Getsemane” og ”Veingjasuð” hevur Niels Petur Nolsøe í Vági týtt til føroyskt.

Við myndamáli úr natúruni og fuglinum sum afturvendandi evni hevur Lisbeth Smedegard Andersen í orðum skapað eina poetiskt/teologiska endursøgn av páskasøguni um Jesu lív, líðing og deyða, og um fyrigeving og vónina, sum páskirnar hava at bera okkum øllum:

                             Tað suðið eg hoyrdi av veingjum í nátt,       

                             av fuglum á leið móti norð,

                             tað ber várboð um páskir við sirmi og sól   

                             og køvir øll vetursins spor.

 Á Vónaveingjum verður framført:

 í Vágs kirkju sunnudagin, 14. apríl kl. 17

 í Langenæs kirkjuni 17. apríl kl. 17

Facebook viðmerkingar