Heimsstjørnan Katinka Hosszú á venjingarlegu í Páls Høll

Páls Høll: Seinastu dagarnir hevur Páls Høll havt óvanliga og forkunnuga vitjan, tí heimsins besti kvinnuligi svimjari, Katinka Hosszú úr Ungarn hevur verið í Páls Høll á venjingarlegu.

Hvørt ár leggja nógvir svimjarar og svimjilið leiðina til Vágs til Páls Høll á venjingarlegu, men Katinka Hosszú er uttan samanbering størsta svimjistjørnan, sum vit hava havt á vitjan – og eru vit sera stólt um at fáa so forkunnuga vitjan.

Saman við Katinku Hosszú vóru eisini føroysku landsliðssvimjararnir á venjingarlegu í Vági.

Kelda: www.palsholl.com

Facebook viðmerkingar