Eyðolf og John vunnu 11. umfar í sjavs

Tórsdagin 4. apríl var 11. umfar í sjavskappingini hjá FC Suðuroy í VB-húsinum. Og hetta 11. umfarið vunnu Eyðolf Bech og John Bech.

Úrslitið av umfarinum gjørdist:

Nr. 1. Eyðolf Bech og John Bech, 4 stig hvør
Nr. 2. Petur Muller og Elnar Holm, 3 stig hvør
Nr. 3. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 2 stig hvør
Nr. 4. Eivind Magnussen og Sverri Magnussen, 1 stig hvør

Sjavskapping verður aftur í kvøld, tórskvøldið 11. apríl kl.18.30 vesturi í VB-húsinum

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar