Úrslit frá FM á langgeil 2019

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági hin 26. til 29. apríl 2019.

Lyklatøl

Tilsamans vóru tey 58 íðkarar og 36 lið úr 6 feløgum sum luttóku tilsamans 529 ferðir í teimum 40 kappingunum á hesum FM.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

FelagGullSilvurBronsaTilsamans
HS26221967
Ægir1014731
SuSvim341421
Reysti11
FS
FLOT

Føroysk met

Tilsamans 4 føroysk met vórðu sett á hesum FM.

  • Ægir kvinnur 4:33.08 og føroyskt met í 4×100 blandað
  • HS menn 8:01.67 og føroyskt met í 4×200 frí
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2:27.37 og føroyskt met í 200 firvald
  • HS menn 3:40.31 og føroyskt met í 4×100 frí

Landsliðsúttøka

Hesir svimjarar vórðu úttiknir til landsliðsuppgávur í summar, nú kravtíðarskeiðið var liðugt og tey høvdu klárað kravtíð. Onnur verða møguliga tikin út eyka, nú í næstum.

NMU 2019

Til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2019 vórðu úttikin:

  • úr HS: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Kristina í Skála (2005), Ronja Ró í Dímun (2004), Bartal E. Eidesgaard (2003)
  • úr Ægir: Rebekka Trygvadóttir (2004)

HM 2019

Til HeimsMeistarastevnuna 2019 vórðu úttikin:

  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Óli Mortensen (1996), HS

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Nú svimjiárið er um at enda her heima, vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin, av eini dómsnevnd umfatandi venjarar og svimjarar.

Ársins stjørnuskot

  • Gentur: Kristina í Skála (2005), HS
  • Dreingir: Bartal E. Eidesgaard (2003), HS

Ársins svimjarar

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Menn: Rókur Trygvason (2000), Ægir

Bestu avrik á hesum FM

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.18 og 777 stig í 100 rygg
  • Menn: Óli Mortensen (1996), HS 4:08.87 og 691 stig í 400 frí

Facebook viðmerkingar