Høllin handað Vágs Ítróttarráð

Tíðindi

Lauri og Rene frá Best Hall hava nú lagt seinastu hond á uppsetingina av Marghøllini í Vági og høllin er nú handað Vágs Ítróttarráð.

Hesin parturin av byggingini er nú liðugur og næstu sjakkini eru farin ígongd, og fevnir tað arbeiðið um at byggja upp innibygning við øllum hentleikum frá skiftirúmi til fundar- og undirvísingarhøli, og um el-arbeiðið.

Innibygninginum standa byggifyritøkurnar Norcon og SH-Bygg fyri, meðan MR-EL stendur fyri el-arbeiðinum.

Facebook viðmerkingar