Politiskur fólkafundur í Salt

Politisku vælfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum, spennandi fólkafundi leygardagin 11. mai.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl 10 og endar kl 17

Leiðandi politikarar úr øllum flokkum taka lut, eins og umboið fyri politisku ungmannafeløgini er við.

Hugsjónin við fólkafundinum er at fáa politikaran í eygnahædd við borgaran, soleiðis at veljari og makthavari møtast á jøvnum støði.

Aktuel og viðkomandi evni verða viðgjørd – høvi verður at seta spurningar og hitta politikararnar.

Fyrireikararnir leggja doyðin á ein livandi og virknan sosialan og poltiskan dag, við framløgum, atkvøðugreiðslum, speekers corner, øðrvísi innsløgum, har flokkartnir seta hvør øðrum spurningum. Fundurin endar við einum formanspallborði.

Ā middegi verður smyrjibreyð og kaffisteðgur er kl 15.

Møtið fjølment, húsið er opið allan dagin.

Jón Brian Vidtfeldt verður orðstýrari og dagurin verður stroymaður

Fyrireikarnir

Facebook viðmerkingar