Maskinfólk til P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri – endurlýsing

Varðin Pelagic er eitt pelagiskt uppisjóvarvirki við allari nútímans útgerð og hevur eina av størstu innfrystingarorkuni í Evropa. Hetta krevur góðan kunnleika til frystiskipanir og verður tú partur av einum tekniskum toymi av maskinfólki, elektrikarum og handverkarum, ið tekur sær av tillagingum og viðlíkahaldi fyri at tryggja støðuga framleiðslu.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum umframt aðrar uppgávur.

Maskinfólkið starvast í vaktum á 12 tímar, skiftivís á dagvakt og náttarvakt. Tá ongin framleiðsla er, verður arbeitt vanliga dagtíð.

Førleikakrøv
Vit ynskja, at tú ert maskinsmiður ella maskinistur, hevur hollan kunnleika til frystiútgerð og góðan telduførleika.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum. Tú skalt hava hug til at seta teg inn í nútímans útgerð.

Vit vænta at tú ert jalig/ur, dugir væl at samstarva og hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar.

Nærri kunning um starvið
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jón Næs, formann fyri maskinfólk á tlf. 291781 ella á telduposti jona@vardin.fo

Umsókn og setanarviðurskifti
Lønin er sambært avtalu. Umsókn við CV, avritum av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum verða send í telduposti til hr@vardin.fo.Umsóknarfreistin er týsdagin 28. mai 2019.

Varðin Pelagic er eitt uppisjóvarvirki, ið varð sett á stovn í 2012. Virkið hevur allar nútímans hentleikar og hevur eina av størstu innfrystingarorkuni í Evropa. Felagið hevur alla virðisketuna og kann tillaga krøv og mannagongdir, frá tí at fiskurin er veiddur, til vøran er seld. Varðin Pelagic framleiðir fýra sløg av fiski, t.e. makrel, sild, svartkjaft og lodnu. Framleiðslan hevur verið ímillum 70.000 og 100.000 tons um árið og virkið kann framleiða 1.000 tons um samdøgrið. Tá fiskur er, eru umleið 120 fólk til arbeiðis.

Facebook viðmerkingar