Landsseyðasýningin 2017

Í samband við, at Landsseyðasýning hevur verið kring landið, har 51 brundseyðir eru sýnaðir, verður alment tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði fríggjakvøldið, 24. November 2017 kl. 19.00.

Búnaðarstovan boðar frá, at fríggjakvøldið 24.11.2017 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2017 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.

Skráin fyri dagin verður hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Birna Mørkøre, landsdjóralækni, greiðir frá støðuni við ridluskriða í dag.
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.
  • Tummas Marni Joensen fortelur um felagsskapin í eini óðalsbygd.
  • Úrslitini av Landsseyðasýningini 2017 verða kunngjørd og steypini handað.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Facebook viðmerkingar