Dávid dagsins maður í Klaksvík

FC Suðuroy var í dag í Klaksvík, har KÍ tók ímóti. FC Suðuroy fekk eina trupla byrjan, tí eftir 35 minuttir vóru Klaksvíkingar á odda 2-0. Og var hetta eisini hálvleiksstøðan.

Hvat Sigfríður Clementsen, venjari, hevur sagt í hálvleikinum er ikki heilt greitt, men frá byrjan í seinna hálvleiki var FC Suðuroy liðið væl betri enn KÍ. Stríddust væl og skaptu eisini fleiri málmøguleikar.

Dávid Lisberg minkaði eisini um munin til 1-2. Men eini 7-8 minuttir seinni skoraði KÍ til 3-1. FC Suðuroy svaraði aftur beinanvegin og var tað aftur Dávid Lisberg, sum skoraði.

Nú vóru 25 minuttir eftir.

Dávid Lisberg fullførdi hattricki, tá hann 5 minuttir seinni skoradi til 3-3. Og tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum skoraði Jonn Marni Lindenskov til 4-3.

Móti endanum av dystinum fekk KÍ brotsspark, men skotið fór uppum.

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum og vann FC Suðuroy 4-3 ímóti KÍ í Klaksvík.

Facebook viðmerkingar