Frá Frelsunarherinum í Vági

Á Hvítusunnu fær Frelsunarherurin vitjan av Kommandør William Cochrane. Hann virkar dagliga sum landsleiðari fyri Frelsunarherin í Føroyum, Íslandi og Noregi.

William hevur verið í Føroyum einaferð áður, men hevði tá ikki møguleikan at koma suður. Hann er ættaður úr Skotlandi og av tí at Skotland og Føroyar minna um hvørt annað í landslagnum, so følir hann seg sum heima, tá hann vitjar. Hann gleðir seg at koma suður at vitja Vág og Suðuroynna.

Kommandør William Cochrane  er ein sera góður og gevandi prædikumaður, og talan verður tulka til Føroyskt undir møtunum, so set tíð av og vitja okkurt av møtum okkara um Hvítusunnuna.

Eisini fáa vit vitjan av hornorkestrinum o.ø hjá Frelsunarherinum í Tórshavn og koma tey eisini at seta sín dám á vitjanina.

Tú skalt verða hjartaliga vælkomin

Leygarkvøldið kl 20 Sang- og vitnimøti, luttøka við m.ø Tær 4 og Horntónleiki Frelsunarhersins, drekkamunnur verður at fáa aftaná.

Hvítusunnudag kl 11 Halgunarmøti, Kom.William Cochrane talar

Hvítusunnudag kl 17 Evangeliskt møti, Kom.William Cochrane talar,

drekkamunnur verður at fáa aftaná møtið.

2 Hvítusunnudag kl 13 Samkoman skipar fyri útferð. Um viðrar verður farið niðan á skúlalagið har vit fara at hugna okkum við sangi, spølum, andakt og sjálvandi fara vit at grilla búffar og pylsur og ein drekkamunnur verður eisini at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Facebook viðmerkingar