Hugnaløta í Ranhøll

Frá Sandvíkar kirkju.

Hvítusunnudag kl. 14.00 verður hugnalig samvera í Ranhøll í Sandvík, har okur fara at lurta eftir eini upptøku við Niels Mørk, sála.

Hann dugdi stak væl at greiða frá, og málið er ein fragd at hoyra.

Aftaná verður ein drekkamunnur og pannukøkur.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar