2 fólk á ferð

Lesarin skrivar

Ein ókeypis prentlutur fæst umborð á Smyrli. Hann skyggir í øllum verðsins litum og pappírið er so fínt, skyggjandi og stívt, at tað er at líkna við tunt aluminium.

Eingin ivi er um, at her liggja nógvir pengar í útgávuni, og vit sum lesa spyrja hvønn annan eftir, hvør ið borgar.

Strandfaraskip Landsins geva út, stjórin tekur ábyrgdina og farið er út í býin eftir fólki at skriva.

Teknistovan prentar og leggur til rættis.

Vit síggja her eina av mongu eyðkendu almennu uppgávunum, ið landsgrannskoðanin átalar almenna bureakratiið í Havn fyri at takast við – uttanfyri húsið.

Roknast kann við, at stovnurin orkar ikki sjálvur, ella dugir ikki, og er hann tí farin í býin at fáa onnur at gera arbeiðið fyri seg

Almenna umsitingin hevur soleiðis knubbskotið seg sjálva og ment seg í eina tvífalda almenna umsiting, sum sjálvt løgtingsins grannskoðan nú er farin at tala at.

Í glitrandi prentlutinum frá SL standa allar dyr á víðan vegg og einki verður spart, uttan tað tey kalla faktakekk, ella research.

Alternativa almenna umsitingin í Havn griflar nógv niður um fransmenn sum stigtakarar til SALT, men so var ikki. Fransmenn komu sjálvandi ikki vassandi av sær sjálvum norður í tað brimbarda Atlantshavið.

Nei, sjálvandi var tað føroyski fiskimaðurin, ið dróg fiskin av grunni og síðani reiðarin, ið knýtti bond til keyparar sínar – og í hesum føri til saltseljarar, sum vóru fúsir at taka tøk saman við føroyingum.

Veruleikin var, at tað var Magnus á Gørðunum, stórkeypmaður í Vági, sum var stigtakari og einasti føroyski partaeigarin aftan fyri hesa ætlan.

Hann hevði fingið fransmenn við sær til hesa ætlan, og tøkk verið honum og teimum fyri tað.

Á stovnandi aðalfundi í North Atlantic Salt Compagny, 1. aug. 1938, á skrivstovuni hjá Magnusi Dahl, varð 100.000 kr. stóri partapeningurin skrásettur og teknaður av Magnusi Dahl og Compagnie Commerciale, Sels Marins, París.

Partafelagið NASC, sum vágbingar stovnaðu og áttu, bygdu so SALT við Trongisvágsfjørð. Í staðin fyri at heiðra stigtakaran við einum varða av onkrum slag, verður almennur peningur nú brúktur til at tyrva hann við; – tað var nú ússaligt.

Eisini vóru tað vágbingar, sum teir fyrstu í Føroyum, ið fingu elektriskan streym, sum so var grundarlagið undir øllum vinnuligum og tøkniligum framburði her á landi.

Hesi søguligu stórtíðindi gleiva SL og vinkulskrivarar stovnsins eisini tvørturyvir, eins og amatørarnir aftanfyri “Seinastu telefonbókina” gera, tá teir á fremstu blaðsíðunum skriva um ymsar stórhendingar, ma. stórhendingina, tá SEV kom til landið í 1946.

Hetta var sjálvandi bæði gott og væl, men tá høvdu vit suðuroyingar sitið við flógvan ravmagnseld úr Botni í fjórðingsøld. Hví TFL gleivar tvørturyvir stórstu stórhendingini á Føroya landi, tá elektriskur streymur kom í Vági í 1921, ja tað er eisini at undrast yvir.

Eisini her fegnast ein almennur stjóri um verk sítt, sum annars er áhugavert og væl úr hondum greitt uttanfyri húsið av alternativu almennu umsitingini.

Vit síggja her tveir almennar stjórar fegnast um alternativu umsiting sína, sum ikki nyttar at kasta burtur.

“Seinasta telefonbókin” biður um fyrivarni fyri prentvillum, og tað gera vit gjarna, meðan tað er straks verri við søguligu mistøkunum.

Tað vóru ófriðarligar og fátæksligar tíðir í Føroyum og um Evropa alt, tá vágbingar fóru undir tað eina stóra framtakið fyri og annað eftir.

Hóast SALT varð lagt á Drelnesi við Trongisvágsfiørð, kom sum sagt eingin króna haðani ella aðrastaðni úr Føroyum í partapeningi í fyritøkuna.

Umframt partapeningin úr Vági kom restin av partapeninginum úr París.

Ófriðarligt var suðuri í Evropa, har annar heimsbardagi var ávegis,
og sjálvt SALT varð bumbað undir hesum syndarliga kríggi, sum tá brast á.

Skaðin varð tíbetur ikki størri enn so, at SALT varð umvælt, og kundi halda fram við virksemi sínum til alkmikið gagn fyri føroyska fiskimannin.

Hví SL fer í býin at rinda fyri eina ranga mynd av faktisku viðurskiftunum, har føroyski stigtakarin til SALT verður tagdur burtur og saltaður niður, er ilt at vita.

Kanska SL-stjórin kundi sagt okkum tað saman við kostnaðinum fyri marglitta prentlutin, sum vit fáa ókeypis umborð á Smyrli, men sjálvandi rinda fyri umvegis landshúsarhaldið.

Anton Petersen
Vágur

Facebook viðmerkingar