Sirið Stenberg verið á fundi við Novo Nordisk Grunnin og vitja eitt diabetes viðgerðarstað

Í gjár var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, saman við umboðum í heilsupolitiska fylgibólkinum á kunningarferð í Danmark. Á ferðini vitjaðu tey Steno Diabetes Center Copenhagen, sum er eitt viðgerðarstað fyri fólk við diabetes. Aftaná var fundur við Novo Nordisk Grunnin.

Sirið Stenberg sigur, at “vit eru sera glað fyri kunningarferðina, tí vit fingu svar uppá teir spurningar, sum vit hava havt í sambandi við málið”.

Sirið Stenberg sigur, nú ber til hjá henni og heilsupolitiska fylgibólkinum at viðgera málið meira ítøkiligt. Somuleiðis ætlar hon at fara at viðgera málið saman við viðkomandi pørtum.

Facebook viðmerkingar