Bakkafrost sett smolt út á Hvalbiarfirði

Í mai mánað fekk Bakkafrost umhvørvisgóðkenning og sostatt endaligt loyvi at seta út smolt á Hvalbiarfirði.

Seinastu vikurnar hevur so verið arbeitt við at gera klárt og eru aliringar gjørdir á økinum inni á Oyrunum í Vági (myndin niðast). Aliringarnir eru síðani gjørdir klárir og sleipaðir norður á Hvalba.

Og seinastu vikuna ella so er so smolt sett út í ringarnar, sum skilst eini 750.000 smolt. Og við hesum hevur Bakkafrost aliringar á øllum firðum í Suðuroynni og fer hetta eisini við tíðini at ávirka virksemi á kryvjivirkinum, sum verdur alsamt meiri støðugt.

Bakkafrost ger ringar á Oyrunum í Vági

Facebook viðmerkingar