Fýra menningarkvotur til Suðuroynna

Svar til menningarkvotur fyri 2019 eru nú send øllum umsøkjarum. Allir umsøkjarar hava fingið eina meting av umsóknini við grundgevingum fyri niðurstøðunum.

6 umsóknir hava fingið tilsøgn í hesum umfari:

  • Tvær við virksemi í Sandoynni
  • Fýra við virksemi í Suðuroynni – harav tvær við virksemi í Vági, ein í Hvalba og ein á Tvøroyri.

Tær umsóknir, ið hava fingið tilsøgn, eru lýstar í talvuni aftast í hesi kunning.

Løgtingið samtykti í vár broyting í lógini soleiðis, at menningarkvotur altíð verða latnar fyri heil ár. Tær tilsagnir, ið nú eru latnar, eru tí galdandi eitt heilt ár fram frá tí, at tilsøgnin er latin. Tað bøtir um tíðartrýstið hjá umsøkjarum, nú liðið er út á árið.

Drúgv viðgerð

Tað hevur drigið nakað út at avgreiða menningarkvoturnar fyri 2019, tí landsstýrismaðurin hevur ynskt at kanna og viðgera, hvussu tilmælini um menningarkvotur kunnu skapa veruligan mun í teimum økjum, sum tilmælini vísa á.

Hartil kom ein seinking í, tí millum tilmæltu umsóknirnar vóru umsóknir, ið byggja á at brúka virkir í Sandoynni, sum ivi kom um, tá ið virkið í Skopun so brádliga varð stongt. Tí máttu treytirnar viðgerast í hesum umsóknum.

Metingarnevndin hevur víst á, at av tí, at nøgdirnar eru smáar í 2019, og at ein avmarking er fyri, hvussu nógv kann latast sum loyvi meira enn eitt ár, er tilmælið frá nevndini at lata allar tilsagnir sum eitt 1-ára loyvir.

Serliga hetta hevur elvt til høvuðbrýggj. Menningarkvoturnar eru í veruleikanum sera smáar nøgdir í mun til tað samlaða tilfeingið. Eftir drúgva viðgerð hevur landsstýrismaðurin tó valt at fylgja tilmælinum frá metingarnevndini. Hetta tí aðrar loysnir ikki vóru møguligar at fremja, og høvdu skapt størri avbjóðingar í mun til skipanina og umsøkjararnar.

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er sostatt, at skipanin við menningarkvotum má endurskoðast til tess at geva møguleika fyri longri loyvum og størri og varandi verkætlanum kring landið. Og hetta verður tikið upp beinanvegin.

Nógvar umsóknir til alt ov avmarkaða nøgd

Aftur í ár er vístur ein serstakliga stórur áhugi og at søkja um menningarkvotur kring landið. 37 umsóknir vórðu móttiknar, og tær fevndu um eitt samlað tonsatal, ið er so nógv hægri enn tøka mongdin til menningarkvotur.

Talvan niðanfyri lýsir hetta:

Tær tilmæltu umsóknirnar

Metingarnevndin leggur dent á, at fleiri viðmælisverdar umsóknir hava verið at taka støðu til, men at nevndin hevur valt í hesum umfari at viðmæla verkætlanum, ið kunnu hava skjóta ávirkan í økjunum.

Tískil eru játtaðu umsóknirnar hesar:

Tilmælið frá Metingarnevndini sæst her.

Facebook viðmerkingar