Jólahald 2017 – Hvalba

Hvalbiar Kommuna ynskir at samla alla sóknina. Tí fara vit í ár, at hava eitt savnandi jólahald í sóknini.

Jólatræið verður tendrað leygardagin 2. Desembur. Kl. 16.30 á Skúlastykkinum. Frelsunarherurin kemur at seta sín dám á við felagssangi og upplestri og jólamenninir koma við pakkum til børnini.

Aftaná eru øll vælkomin í Roynhøllina, til kakao og bollar.

Jólatrøini í Sandvík og Nesi vera tendraði 1. Des.

Pensjónistar í sóknini, ið ynskja koyring til og frá jólahaldinum, kunnu seta seg í samband við Johild á tlf.506886 áðrenn kl. 15.00 2. Desembur. Koyringin er ókeypis.

Facebook viðmerkingar