Stutt til Signar Dam

Tað er altíð smart at siga sannleikan við tey, sum hava ordan í pappírunum og minnast væl.

Tvinnir eru kostirnir, tá ein manglar argument. Annar er at rópa so hart, at onnur bakka og hin er at siga sum minst. Skilji væl, at Signar ikki ætlar sær at kjakast meira.

Tað Signar Dam sigur passar ikki. Men kanska veit Signar ikki av tí. Kann upplýsa honum hetta úr fundarfrágreiðing, sum ráðgevin hjá Henrik Old hevur skriva:

Evni: Hvalbiartunnilin, endalig linjuføring

Staður: Portugálið. Dagur 19. desembur 2017, kl 11.00 til 12.00

Luttakarar fyri Samferðslumálaráðið: Henrik Old, landsstýrismaður, og Atli Eiriksson, ráðgevi.

Fyri Landsverk: Ewald Kjølbro, stjóri, og Jóannes Sigmundur Jensen, verkfrøðingur. 

Fyri Tvøroyar kommunu: Kristin Mikkelsen, borgarstjóri, og Bjarni Hammer, býráðslimur. 

Fyri Hvalbiar kommunu: Janus Thomsen, borgarstjóri.

Nú semja er um linjuføringina, verður prosjekteringin gjørd liðug, og síðan verður verkætlanin, –  vegagerð og tunnilsgerð, boðin út. Semja var eisini um at Fámjinstunnilin verður boðin út, saman við Hvalbiartunnlinum. 

Hetta er orsøkin til, Fámjinstunnilin ikki stó í Fíggjarlógini. Tað er tí rætt, sum eg upplýsti Signar í fyrru grein mínari. Tí er tað skeivt/ósætt sum Signar skrivar.

Tunnilin til Fámjin bleiv strikaður í september 2018. Og tað var javnaðarflokkurin sum gjørdi tað.

Somuleiðis stendur øllum greitt, at restin av grein mínari eisini er sonn og at umboðini hjá Signar Dam, sum eru Bjarni, Kristina og Jens Arni, einki gjørdu tá tey høvdu møguleikan og grannarnir tørvaðu eina hjálpandi hond.

Eg og Kristin hava ongantíð verið í sama flokki. Mær vitandi, var tað Signar Dam, sum stillaði Kristin upp fyri Javnaðarflokkin til Løgtingi. Er ongin dugur í Kristin, so verða fleiri atkvøður til Fólkaflokkin.

Fyri 35 árum síðan hingu plakatir á hvørjum pela, sum søgdu, at tað onkur segði, var ósætt. Síðan noyddust onnur at hanga prógvini uppá somu pelar. Nú hava vit internet, so vit spara pappír og slit á mikrofonir.

Eivind Jacobsen

Valevni Fólkafloksins

Facebook viðmerkingar