Fíggjarætlanin fyri 2018 hjá Vágs kommunu

Tíðindi

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 27. nov. 2017 fíggjarætlanina fyri 2018.

Vágs kommuna hevur seinastu árini lækkað skattaprosentið við 1,30 prosentstigi, úr 23,25% niður í 21,95%, sum eisini verður kommunuskattaprosentið komandi ár. Barnafrádrátturin hækkaði 1. januar 2017 til 4.500 kr. og verður barnafrádrátturin eisini 4.500 kr. í 2018.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini fyri 2018

Mett verður, at samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu komandi fíggjarár verða 60,3 mió. kr. Høvsuðinntøkurnar fevna um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við eldraøkið, sum varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.

Inntøkurnar frá persónsskatti eru í 2018 mettar at verða 41,2 mió. kr., sum er ein lítil vøkstur í mun til fíggjarætlanina fyri 2017. Partafelagsskatturin er mettur til 1 mió. kr. og inntøkurnar frá eldraøkinum 15,6 mió. kr.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við hinar kommunurnar í Suðuroynni er í 2018 mettur at kosta 53,2 mió. kr.

Vágs kommuna fer í 2018 at gera íløgur fyri 3,2 mió. kr. Í 2018 fara 2,5 mió. kr. til at rinda skuld, meðan renturnar eru mettar av verða 0,5 mió. kr. Tann 30. sept. 2017 var bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu 34,2 mió. kr.

 

Raðfestingar í 2018

Størsti parturin av íløgunum í 2018 fara til tekniska økið, har framhaldandi dagføringar av drekkivatnsskipanini og spillvatnsskipanini verða raðfestar. Harumframt verður í 2018 eisini farið undir langtíðarætlan at betra um atkomumøguleikarnir til bústaðarøkir í kommununi.

Á tekniska økinum eru eisini settir pengar av til framhald av ferðslutrygdarætlanini, sum Vágs kommuna er farin undir í samstarvi við Landsverk og løgregluna. Játtan er eisini sett av til íløgur á havnaøkinum í 2018.

Vágs kommuna hevur seinastu árini uppraðfest økið børn og ung, og 2018 verður onki undantak. Játtan er sett av til 1. stig í útbyggingini av dagstovninum Eikilund og til betran av spæliplássinum við Eikilund. Peningur er eisini settur av til dagføringar av Dagrøktarhúsinum. Eisini eru pengar settir av til ungdómsøkið, sum Ungdómsnevndin varir av, millum annað til dagføring av spæliplássinum í miðbýnum.

Umframt íløgurnar á dagstovnaøkinum, verður í 2018 eisini gjørd ein uppraðfesting av tilboðnum á dagstovnaøkinum við tað at eitt stuðulstoymið við m.a. ergoterapeauti og fysioterapeauti verður knýtt at dagstovnaøkinum.

Í 2018 verður hildið áfram við dagføringunum og nýgerðini av Heilsumiðstøðini í Vági, sum Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna eiga í felag. Seinastu 5 árini eru víttfevnandi dagføringar gjørdar í Heilsumiðstøðini. Stórur partar av Heilsumiðstøðini eru nýgjørdir innan, umframt at tak og partar klædninginum eru skiftir. Í 2018 verður hildið áfram við hesum arbeiðinum, og verður væntandi í 2019 komið á mál, soleiðis at Heilsumiðstøðin tá er at kalla nýgjørd.

Ítróttarøkið á Eiðinum verður eisini raðfest í 2018, og verður arbeiði við at skifta graslíkisvøllin á Eiðinum gjørt liðugt tíðliga í vár. Í Vágs skúla er m.a. settir pengar av til nýggja luftskiftisskipan í smíðhølunum.

Eins og undanfarin ár verður býarfríðkan eisini raðfest í 2018. Vágs kommuna hevur eitt sera dugnaligt toymið á tekniska økinum, sum seinastu árini hevur gjørt eitt megnararbeiði í at fríðka um í býnum – og í 2018 verður hildið áfram við hesum arbeiðinum.

Facebook viðmerkingar