Uni Árting stillar upp fyri Tjóðveldi

rpt

Fyri meg hevur tað týdning, at kjakið innan veðurlagsbroytingar, orku og umhvørvi fer frá at vera sum ein átrúnaðarligur spurningur, til at vera kjølfest í fakta og vísund. Tær populeru hugsanir eru ikki altíð einasta rætta svarið, og vit mugu ongantíð steðga við at seta spurnartekin við Randi, sigur Uni Árting, jarðfrøðingur og tónleikari, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.

Uni Árting hevur drúgvar royndir bæði sum jarðfrøðingur, granskari, og sum tónleikari. Og tað sæst aftur í tí, sum nú drívur hann til at stilla upp fyri Tjóðveldi.

Fyri meg hevur tað týdning, at vit raðfesta útbúgving og lærdóm í Føroyum. Vit eru errin av okkara útbúgvingarskipan, men kortini hava vit ongantíð ordiliga torað at satsa fult og heilt upp á tað. Vit hava tikið risastig innan miðnáms- og yrkisútbúgvingarøkið seinastu árini, og eigur næsta stigið at vera, at vit raðfesta hægri útbúgvingar. Her er enn langt á mál, serliga innan granskingarpartin. Hesin parturin er tó ikki serliga torførur at raðfesta, tí hvør króna tú letur til gransking, fært tú aftur fleirfaldað, sigur Uni Árting.

Og júst gransking innan veðurlagsbroytingar, og kjakið innan orku og umhvørvi er eitt evni, sum Uni Árting heldur hevur týdning at gera meira fjølbroytt.

Sjálvandi skulu vit taka skynsamar umhvørvisavgerðir. Sjálvandi skulu vit steðga við at tveita rusk í havið og dálka náttúruna og oyða djóralív. Sjálvandi skulu vit áhaldandi menna nýggjar orkukeldur og so framvegis. Samtundis mugu vit tó síggja í eyguni, at tað ber ikki til at lóggeva seg móti veðurlagsbroytingum, tí tær hava verið gjøgnum allar tíðir, og eru kanska tað mest natúrliga sum er í heiminum, sigur Uni Árting.

Hann vísir á, at Føroyar eiga at ganga undan í altjóða høpi. Har hava almennu Føroyar nakað at læra av tónleikarum, listafólkum, vinnulívsfólkum og ítróttarfólkum okkara, sum á ongan hátt halda seg aftur, ella seta seg lægri enn nakar annar, men heldur slóða fyri og seta Føroyar á heimskortið.

Føroyar eru ein umráðandi leikari á altjóða pallinum, og hóast summi tosa um, at Føroyar eru so lítlar og ongan týdning hava, so er veruleikin, sum eg upplivi, ein heilt annar. Tí við havøkinum eru Føroyar ein stórhavstjóð, sum viga nakað í altjóða høpi. Og vit eiga at taka ábyrgd hareftir, sigur Uni Árting.

Uni Árting er 42 ára gamal, er jarðfrøðingur og arbeiðir til dagligt á Jarðfeingi, har hann hevur verið í 15 ár. Somuleiðis er Uni lektari í jarðfrøði á Fróðskaparsetrinum, og hevur hann verið har í 7 ár. Uni er eisini stjóri í egnari fyritøku, Undirgrund, sum framleiðir vørur úr gróti. Uni hevur drúgvar royndir innan tónleik. Hann er kendur sum trummuspælari í bólkinum 200, og er eisini formaður í nevndini fyri Musikkskúlan. Hann hevur verið nevndarlimur í Magistarafelagnum í tvær setur.

Facebook viðmerkingar