Jenus í Trøðini stillar upp fyri Tjóðveldi

Við at stilla upp vil eg geva fólki ein møguleika at velja eitt verkafólk á ting, tí verkafólk umboða best verkafólk. Og løgtingið treingir til at fáa minst ein tinglim við eini verkligari bakgrund; ein, sum hevur lagt rygg, og kropp til, fyri virðisøkingina í landinum, sigur Jenus í Trøðini – Tjóðveldi.

Mítt fremsta hjartamál er tjóðin Føroyar. Fólkið, felagsskapurin og mentanin, ið ger okkum til eina tjóð. Vit skulu vera ein fólkaræðislig sjálvbjargin tjóð. Ein samhaldsfastur felagsskapur, ið tekur sær av øllum sínum borgarum, uttan at taka persónliga frælsi frá fólki, sigur Jenus í Trøðini.

Høvuðsáhugamálin avspegla tað, ið Jenus arbeiðir við til dagligt. Hetta er innan øki, ið slett ikki virka nóg væl; men sum mugu virka, tá ið vit fáa fullveldi. Hesi eru Landbúnaður, Yrkisútbúgvingar, og einar javnari Føroyar.

– Vit hava í dag fólk innan landbúnaðin, ið eru klár at fara undir at dríva eitt meiri virkið landbrúk; men umstøðurnar forða teimum. Tí er tað sera umráðandi, at vit fáa betra um viðurskiftini innan landbúnaðin sum skjótast, áðrenn hesi fólk blaka frá sær. Vit eiga at miðja eftir, at vit framleiða mest møguligt til okkara egna matforbrúk í Føroyum. Og vit eiga eisini at miða eftir, at bøndir kunnu liva av landbrúki.

– Yrkisútbúgvingarlæru leiðin er tann besti og mest samfelagsgagnligi útbúgvingarhátturin fyri Føroyar. Tú lærir, samstundis sum tú gert eitt arbeiði fyri samfelagið. Men yrkisútbúgvingarøkið er fullkomiliga afturúrsigld og undir prioritera; og lønin eftir lokna útbúgving er alt ov lág. Avleiðingin er tann, at yrkisútbúgvingarnar tapa í kappingini um ungdómin. Hettar er eitt stórur trupulleiki fyri føroysku tænastuvinnuna, og hetta má fáast uppá pláss sum skjótast. Her skal eitt stórt framskygt arbeiði gerast, lønin má hækka, og virðingin fyri yrkisútbúnum fólki má eisini betrast.

– Í einum jøvnum samfelag taka allir Føroyingar tøk saman. Um allir føroyingar ikki føla seg javnt stillaðir, so kemur split og mistreysti í tjóðina. Hetta má fyri alt í verini ikki henda, um vit ætla at gera okkum vónir um at taka fullveldi, leggur Jenus á Trøðini dent á.

Jenus er 33 ár, uppvaksin í Vági og er nú búsitandi og giftur til Signabøar. Hann er útbúgvin maskinsmiður á Vágs Skipasmiðju og maskinist á Vinnuháskúlanum, og hevur eisini tikið landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni. Hann arbeiðir til dagligt á Maskinverkstaðnum hjá Landsverki, umframt at hann starvast sum húskallur á Signabøgarði eftir vanliga arbeiðstíð.

Facebook viðmerkingar