Suðuroyar Kabarettin kemur nú

At tað eru nógvir sjónleikarar í Suðuroynni er lítið at ivast í og í heyst tók SALT stig til at fáa stovna Suðuroyar sjónleikarafelag.

Fitt av fólki hava víst stóran áhuga fyri hesum.

SALT hevur skipað fyri einum sjónleikaraskúla.

Síðandi hevur verið vant fram ímóti einari kabarett.

Komandi vikuskiftið verður so Suðuroyar Kabarettin veruleiki í SALT.

Leygardagin vóru vit framvið í SALT har vant var.

Myndirnar tala fyri seg. Her eru nógvir stuttligar persónligheitir, sum leika við í kabarettini.

Tey siga at tá tey hava vant, hava tey mangan flent við tárum. Vit kunnu eisini vænta okkum at onkur politikari kemur framvið, verður sagt.

Mariann Johannsen forkvinna í Suðuroyar Sjónleikarafelag, sigur at tey eru sera spent til hesa fyrsti framsýningina, sum verður leygarkvøldið. Útselt er til hesa sýningina. Ein sýning er eisini sunnukvøldið. Atgongumerkið kunnu keypast á atgongumerki.fo

Tað er Klæmint Henningsson Isaksen sum er leikstjóri á Suðuroyar Kabarettini

Facebook viðmerkingar