Aftur avlýst á Eiðinum

Sunnudagin kl. 15 skuldi FC Suðuroy spæla ímóti Undrinum á Eiðinum í Vági. Men í kvøld boðar Undrið frá, at teir møta ikki.

Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, skrivar á Facebook í kvøld: Veit ikki hvat man skal siga, kanska best er at tiga. Tað positiva, um ein kann siga so, er at okur fáa so 3 stig. Men sera keðiligt fyri ogra leikaror og fjepparor, at so fáir heimadystir eru og at tað opinbart skal vera so, hjá nøkrum liðum, longri at koma suður á Eiðið at spela, enn tað er hjá ogun at fara norðureftir.

Facebook viðmerkingar