Um fimti fólk møttu til oyggja seyðasýningina, sum varð hildin á havnarøkinum í Vági leygardagin. Talið av seyði vóru 35 seyðir, har av 8 vóru eldri veðrar og 8 veturgamlir veðrar. Hagalombini vóru 11 í tali og traðarlombini vóru 8 í tali, hesar bygdir vóru umboðaðar til seyðasýningina, Hvalba – Porkeri – Vágur og Sumba.
Vinnandi seyðaeigarnir vóru :
Eldri veðrar: Bjarni Bech Porkeri – Jákup joensen Sumba og Hans Signar Bech Perkeri.
Veðrar: Mortan í Hørg Sumba – John Bech Porkeri – Eyðolv Bech Porkeri.
Hagalomb: Sólfinn Kjærbo Sumba – Juul Sundberg Vágur – Roar Ellendersen Hvalbøur.
Traðarlomb: Rókur Holm Porkeri – Rókur Holm Porkeri – Fróði Tausen Hvalbøur.
Sólfinn Kjærbo Sunnbøur, vann steyp fyri vakrasta lamb og Porkeri vann steyp fyri, at vera vakrasta umboðandi seyðabygdin í Suðuroy.
Seyðasýningin í Vági takkar dómarunum og luttakarunum fyri áhugan, at sýna fram seyðin fyri okkum áhugaðu. Tøkk verður eisini send tykkum, sum á annan hátt stuðlaðu seyðasýningini.
Facebook viðmerkingar