John Villi heldur áfram í TB

Í kvøld boðar TB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við John Villi Wøldike Leo fyri 2020.

John Villi Wøldike Leo spældi ungdómsárini við FC Suðuroy, og hann varð alt meiri týdningarmikil spælari á felagsliðnum hjá Suðringum í 2018.

Í 2019 varð 22 ára gamli vágbingurin ein av berandi spælarunum á TB liðnum. Sambært faroesoccer.com var John Villi Wøldike Leo við í 26 av 27 landskappingardystum, og hann skoraði eitt mál.

Facebook viðmerkingar