Í dag er stórur dagur á havnarlagnum á Tvøroyri, nú nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic verður reist.
Í august mánað vóru leivdirnar av gamla virkinum ruddaðar burtur av økinum, og fari varð undir at grava út fyri grundini til nýggja virkið.
Tað hevur gingið gott at seta nýggja virkið upp, og tann 24. oktober varð fyrsta stáli sett upp. Tað hevur verið arbeitt til tíðir allar dagar í vikuni.
Í dag eru so seinasta stáli sett upp til nýggja virkið.
Tað er MTV byggivirkið, sum stendur fyri byggiarbeiðinum. At seta stálkonstruktiónina upp hevur Give stålspær staðið fyri.
Samstundis sum stálkonstruktiónin er sett upp, eru frystarar settir upp inni á virkinum.
Nú er eisini farið undir at seta betongelement upp inni á virkinum. Stórur partur av nýggja virkinum er betongelement.
Eisini verður bygningurin innilokaður við krympiplast at byrja við, so betur er arbeiðandi inni á virkinum, sjálvt um veðrið til tíðir kann vera nakað ilsligt hesa ársins tíð.
Facebook viðmerkingar