Nógv lið hava skrásett seg at luttaka í Faroe Islands Handball Cup í Vági í august og eru tað nú fleiri enn 250 leikarar meldaðir til.
Lið eru tilmeldaði í øllum árgangum og fleiri lið hava boðað frá, at tey fara at melda til, so lunnarnir eru lagdir fyri einari spennandi byrjan við Faroe Islands Handball Cup.
Sum kunnugt er tilmeldingarfreistin ónsdagin 30. juni 2020 (á midnátt). Tilmelding fer fram her á heimasíðuni “Tilmelding Børn & Ung” og “Tilmelding vaksin”.
Kappingin fyri børn og ung verður í døgunum 3. – 5. august, meðan tey vaksnu kappast í døgunum 14. og 15. august 2020.
Facebook viðmerkingar