Kann tað veruliga bera til at landsins leiðsla ikki sær møguleikan í hesum?
Tað er ein av spurningunum, eg siti við, nú tað ikki ber til at fáa hækkað afturberingarskipanina hjá Landinum til filmsframleiðslu, soleiðis at stórslidna filmsrøðina TROM – ein spennandi føroysk krimisøga – kann kann filmatiserast í Føroyum.
Talan er um at javnstilla føroysku endurgjaldsskipanina til filmsframleiðslu við t.d. íslendsku, soleiðis at filmsfelagið fær endurgoldið 25% av tí, sum felagið brúkar uppá at keypa tænastur í Føroyum í smb. við filmsframleiðsluna. Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at talan er um 4 mió. kr., í løtuni eru 200.000 kr. tøkar til hetta endamálið á Fíggjarlógini.
Fyri 5 árum síðani, á sumri í 2015, fingu vit í Vági forkunnuga vitjan frá fólkunum handan Star Wars filmarnir, tá “The Last Jedi” skuldi filmast. Filmsfelagið leitaði eftir stórslidnum landslagi í sermerktari náttúru og vórðu upprunaliga 8 støð vald út. Millum hesi støð vóru Lopranseiðið og Vágsbjørgini – og hetta visti ongin her á leiðini nakað um fyrr enn á sumri 2015, hóast framleiðsluleiðslan og onnur høvdu verið her á leiðini og hugt eftir staðnum sama vár.
Tá vitjað varð í Vági á sumri 2015 vóru bara tvey støð eftir: Lopranseiðið og Vágsbjørgini og eitt økið í syðra parti av Írlandi. Á vitjanini í Vági greiddu umboðini fyri filmfelagið frá øllum kringumstøðunum, alt frá at ferðamannaskip kom at virka sum hotellskip fyri tey 3-400 fólkini, sum vóru við í upptøkunum; at ringvirkningarnar í nærumhvørvinum fóru at verða heilt stórar tær 6-8 vikurnar, filmast skuldi her á leiðini; og at ein røð av tænastum skuldi keypast frá veitarum í Suðuroynni og úr øllum Føroyum. Tá samanumkom varð avgerð tíverri tikin um at velja suður Írland framum Suðuroynna. Hvørt manglandi endurgjaldsskipanin var orsøkin, vita vit ikki, men í øllum førum glapp ein stórur møguleiki fyri nærumhvørvið og fyri føroysku filmsvinnuna okkum av hondum. Star Wars fjepparar kenna helst nakað av landslagnum aftur, sum m.a. er á hesari írsku heimasíðuni her: https://www.letsgoireland.com/star-wars-ireland/
TROM filmsverkætlanin ynskir hinvegin at filmurin verður gjørdur í Føroyum, men verður kanska noydd til at frávelja Føroyar, tí endurgjaldsskipanin ikki er nøktandi – ein óskiljandi støða!
Ein stór filmsverkætlan gevur ikki bara størri eksponering av Føroyum, náttúruni, føroyskari filmslist, skaldskapi og føroyska samfelagnum – men gevur eisini møguleikar fyri framhaldandi menning av einum føroyskum filmsumhvørvi, soleiðis at vit kunnu skapa eina veruliga filmsvinnu í Føroyum.
Filmsvinnan er ein annarleiðis kreativa vinnu, sum dregur til sín kreativ fólk, skapar eitt kreativ umhvørvið – og kann ikki minst fyri okkara ungu gerast eitt spennandi alternativ til kendu vinnurnar í Føroyum. Ein føroysk filmsvinna er eisini áhugaverd í altjóða høpi, tí vit hava jú eitt av Heimsins vakrastu og mest spektakuleru londum at filma í – hetta er helst eisini ein av orsøkunum til at seinasti James Bond filmurin leitaði til Føroyar at gera nakrar filmsupptøkur.
Alsamt fleiri dugnalig fólk í Føroyum gerast sjónlig innan filmsheimin og hava hesi eisini ætlanir um filmar, sum skulu gerast í Føroyum, so føroyska filmsvinnan er í ávísari menning, men har er tørvur á uppraðfesting frá Landsins síðu. Á politiska pallinum hevur eisini úr øllum krókum seinastu nógvu árini verið nógv tos um at menna nýggjar vinnur í Føroyum. – Og nógv tos um at stimbra nýggjar kreativar vinnur.
Nú ein veruligur stórur møguleiki er at seta handling aftanfyri orðini í samband við filmsrøðina TROM, er tøgn…og tummil niður?
Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt – og er spurningurin hvør svevur í tímanum!?
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar