Hjartaliga vælkomin á Sølumarknaðardag í Sumba.
Leygardagin 18. Juli verður sølumarknaðardagur í Samkonuhúsinum í Sumba.
Ein sølumarknaður er ein samanseting av ymiskari sølu. Tað kann verða loppumarknaður har ein selur brúktir lutir, men tað kann meira enn so, eisini verða søla av onkrum heima bakstri, heimagjørdum mati, ymiskum heimavirkaðum lutum. Ja bara hugflogið setur mørk fyri hvat seljast kann.
Foreldur at børnum í Sumbiar Dansifelag verða at selja kaffi/te og okkurt gott afturvið. Peningurin fyri luttøkugjaldið fer til børnini í Sumbiar Dansifelag.
Øll eru hjartaliga vælkomin at keypa sær borð.
Seinasta freist at melda seg til er hósdagin 16. Juli kl 19. 00.
Tilmeldingin fer fram hjá Brynhild Lisberg, á tlf 253080
Luttøkugjald er 100 kr. fyri hvørt borðið
Tilráðingar um Corona verða sjálvandi fylgdir, so mongdin av søluborðum til taks, kann verða avmarkað.
Facebook viðmerkingar