Sirið spyr um Suðuroyarleiðina

Tað er als ongin ivi um, at stórt trýst er á suðuroyarsiglingini. Siglingin hevur verið óstøðug, og sera nógvur farmur hevur verið, so arbeiðs- og tíðartrýstið er stórt.

Fyri nøkrum døgum síðan vísti skiparin á Smyrli á, at hann var stúrin um trygdina hjá manningini á Smyrli.

Hetta er álvarsmál.

Tí fari eg í morgin fari eg at seta landsstýrismanninum spurningar um málið. Viðvíkjandi trygdini og arbeiðstrýstinum umborð á Smyrli

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at bøta um trygdarstøðuna og arbeiðstrýstið hjá manningini á Smyrli ?
2. Um ja, hvørjar eru ætlanirnar ?
3. Er ætlanin at hækka játtanina til Strandferðsluna í hesum sambandi ?

Viðmerkingar
Í longri tíð hevur suðuroyarsiglingin verið nógv merkt av nógvum farmaflutningi. Í sjálvum sær er tað positivt og tekin um økt vinnuvirksemi, sum er at fegnast um. Á hinari síðuni hevur tað órógvað siglingina nógv. Tað hevur verið sera trupult at halda ferðaætlanina, og seinkingar og óstøðug viðurskifti hava merkt siglingina.

Fyri stuttum hoyrdu vit skiparan á Smyrli upplýsa í KVF, at hann ofta var stúrin um trygdina hjá manningini vegna stóra arbeiðstrýstið, har nógvur farmur skuldi umskipast við stuttum skotbrái, tí ferðaætlanin eisini skuldi haldast.

Tað eigur sjálvsagt at verða tikið í størsta álvara, tá ið skiparin vísir á slík viðurskifti.

Tí hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur samferðslumál.

Á Løgtingi, 20. oktober 2020
Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar