Nú verður farið undir at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu.

Vágs kommuna: Staðarnøvn vóru fyrr ein vanligur partur av gerandisdegnum í samband við at fólk settu orð á hvar leiðin gekk antin til arbeiðis, at vitja fólk ella at røkja aðrar uppgávur í gerandisdegnum. Men hetta er alt broytt tey seinastu ártíggjuni.

Hóast nógv staðarnøvn enn eru partur av gerandismálinum kring um í føroysku bygdunum, so eru tað eisini nógv staðarnøvn, sum spakuliga eru við at verða gloymd. -Og fyri at varðveita hendan partin av søguni hjá Vágs kommunu, verður nú farið undir at skráseta staðarnøvn í kommununi.

Tað eru teir báðir Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar, sum koma at standa fyri hesum arbeiði. 

Umframt at skráseta sjálv staðarnøvnini, so er ætlanin eisini at skráseta møguligar søgur, sum eru knýttar at staðarnavninum. Staðarnøvnini verða skrásett á talgilt kort, soleiðis at øll kunnu fáa gleði av hesum og ikki minst, soleiðis at staðarnøvnini verða varðveidd.

Ætlanin er eisini, at fólk – um áhugi er fyri tí – kunnu fáa sær navn á húsini, um hesi t.d. eru á ávísum staðarnavni, og er hetta eisini liður í at varðveita staðarnøvnini sum part av gerandisdegnum.

Facebook viðmerkingar