Jólagrýtan hjá Frelsunarherinum í Suðuroynni í desember

Sum undanfarin ár, verður ”Jólagrýtan” hjá Frelsunarherinum sjónlig í desembur mánaða í Suðuroynni.

Fríggjadagin 4 desembur kl 12-18, á Gørðunum í Vági

Leygardagin 5 desmbur kl 10-15, við FK á Tvøroyri

Fríggjadagin 11 desembur kl 14-18, við Kálgarð í Sumba

Leygardagin 12 desmbur kl 11-14, Bakkhús Hvalba

Fríggjadagin 18 desembur kl 12-18, við FK á Tvøroyri

Leygardagin 19 desembur kl 10-18, við Torgið í Vági

Tilber at lata pening og peningurin fer óskerdur til tað sosiala arbeiði hjá Frelsunarherinum í Suðuroynni og í øllum Føroyum.

Ein partur av tí sosiala arbeiðinum hjá Frelsunarherinum er millum annað, at lata jólahjálp til familjur og einstaklingar, sum hava tørv á tí.

Tilber eisini at lata eina gávu umvegis banka, á konto hjá Frelsunarherinum og er konto nr. 9870-4953577 (merk Jólagrýtan) í Suðuroyðar Sparikassa.

Takk fyri at tú ert við at hjálpa øðrum, við tað, at tú hjálpir okkum.

Facebook viðmerkingar