Fólkaheilsuráðið ger mátingar í Miðlatúni

Í døgunum 29. og 30. Januar er Fólkaheilsuráðið í Miðlatúni og bjóðar vágbingum møguleikan at gera mátingar av vekt og feittprosenti.

Endamálið er at geva fólki møguleikan at fáa eitt innlit í teirra heilsustøðu áðrenn Virkin Vágur fer í gongd, og tá februar mánið er lokin verður Fólkaheilsuráðið aftur í Miðlatúni og bjóða vágbingum somu mátingar.

Sostatt kunnu fólk síggja, um Virkin Vágur hevur gjørt mun. Mátingarnar kunnu gerast í tíðarskeiðnum kl. 14-18 fríggjadagin og kl. 10-14 leygardagin í Miðlatúni.

Øll sum gera mátingar hjá Fólkaheilsuráðnum eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Hotel Brandan. Gávukortið er gisting á Hotel Brandan í tvær nætur fyri tveir persónar.

Facebook viðmerkingar